– Eingin ivi skal vera um, at sápan er føroysk, tí hon er framleidd av føroyskum vatni og rabarbum, hevur eitt lítið føroysk flagg aftanfyri á etikettini og frammmanfyri á etikettini hómast allar 18 føroysku oyggjarnar. Hon er sniðgivin í Føroyum og føroyska fyritøkan Kemilux stendur fyri framleiðsluni, skrivar Hotel Djurhuus í tíðindaskrivi.
Sápan hóskar væl til sniðgevingina á Hotel Djurhuus. Etikettin er svørt eins og hotellið, og sæst ein týðiligur samanhangur í sniðgevingini. Tó er hetta ein sápa, ið eisini hóskar inn í nærum hvørt húsarhald, tí eingin litur brýtur frá og er sniðgevingin modernað og einkul.
Sápan er serstøk og er ætlað teimum ið ganga høgt uppí kvalitet.
Sápan er mild – bæði fyri hendur og náttúruna, hon angar væl av rabarbum og fæst bæði sum hondsápa og sum shampoo.Hetta er føroyskur kvalitetur.
Hon fæst til sølu í Nips ( sms ) , dutyfree vága floghavn, Hotel Djurhuus og skalkur.fo