Veðurfrøðingar vita at siga, at ein hitabylgja nú er ávegis móti pørtum av Portugál og Spania.
- Væntandi er, at hitabylgjan rakar londini um vikuskiftið og fer at vara minsta lagi í tvær til tríggjar vikur.
Á Meteorologisk Institutt í Noregi sigur Reidun Gangstø, at hetta kann gerast álvarsligt fyri tey, sum hitabylgan rakar.
Tað er norska Dagbladet, sum ber tíðindini um hitabylgjuna nú seinnapartin í dag.
Einki verður tó sagt um, hvussu heitt tað kann gerast í londunum, sum verða rakt tær næstu vikurnar.