Í Týsklandi vórðu 41,7 stig mátað í Brandenburg, og tað er hægsti hiti, sum nakrantíð er skrásettur í landinum. Hetta er triðja dagin á rað, at Týskland setur nýtt hitamet.
Í Póllandi varð hitin máldur til 40,5 stig, sum eisini er hægsti hiti, ið nakrantíð er skrásettur har.
Kekkia setti somuleiðis nýtt landsmet við 41,1 stigi norðan fyri Prag. Tað er fyrstu ferð, at hitin er komin upp um 41 stig í landinum, upplýsir kekkiska veðurstovan CHMI.
Hitabylgjan er serliga hørð í Kekkia, Póllandi, Ungarn og øðrum pørtum av Mið- og Eysturevropa. Eisini lond sum Bretland, Eysturríki og Sveis hava sett nýggj hitamet fyri juni.
Sambært AFP hava nærum 200 milliónir evropearar í dag verið í økjum, har hitin hevur verið oman fyri 35 stig.
Veðurfrøðingar meta, at hetta er harðasta hitabylgja, sum nakrantíð er máld í Evropa. Samstundis sigur World Weather Attribution, at ein slík hitabylgja í juni hevði verið nærum ómøgulig uttan menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar.











