Tjóðsavnið skrivar, at við nýggju plakatini og lamineraða blaðnum, sæst - umframt myndir av hvalum - eisini myndir av blástri, sveivi og hvussu hvalurin kavar. Blástur og kavingarlag ger tað lættari at eyðmerkja, hvat slag av hvali talan er um.
Yvirlitið yvir hvalir í Føroyum verður prentað í fleiri útgávum. Ein A1 plakat, sum er væl egnað til undirvísing og kunning, og er serliga ætlað skúlum og stovnum. Ein A2 plakat í sama sniði, sum hevur somu stødd, sum undanfarnar plakatir við fiskum, blómum og fuglum, ætlað sum veggjaprýði. Og eitt laminerað A4-eyðkennisblað við myndum á báðum síðum. Hetta er gott at hava við sær umborð á báti ella skipi, ella tá tú ert til gongu fram við sjóvarmálanum.
Talan er um tilfar við vanligastu hvalasløgunum í okkara havøki. Í stóran mun er valið fallið á tey sløg, hvørs útbreiðsla við vissu er her um okkara leiðir, og sum verða eygleidd oftast.
Plakatir og eyðkennisbløð eru til keyps í bókasølum og sølubúð Tjóðsavnsins í Brekkutúni.










