Høvundur er Hans Pauli Wenningsted Tórgarð, sum er cand.mag. í tónleikavísindum og fagurfrøði og mentan. Hann starvast sum útbúgvingarleiðari og tónleikalærari á Glasi.
Bókin Tónleikur er skrivað til lærugreinina tónleikur á miðnámi og er ein støðisbók ætlað øllum stigum sambært námsætlanini. Higartil hevur tørvur verið á greiðum og væl skipaðum føroyskum tilfari á økinum, og við hesi sBókini er nú savnað, talgilt tilfar tøkt, sum kann brúkast bæði í undirvísing og til sjálvlestur.
Tónleikur viðger grundleggjandi evni í tónafrøði, millum annað tónar og nótaskipan, rytmu, tónastigar, akkordir, talseting og harmonikk. Bókin er skipað soleiðis, at partar kunnu brúkast á C-stigi, samstundis sum hon í síni heild fevnir um kravd støðisevni á A-stigi. Eisini á B-stigi kann lærarin velja evni burtur úr tilfarinum, alt eftir undirvísingarætlan og tørvi.
Við sBókini verður tilfarið lætt atkomuligt hjá næmingum og lærarum, og hon kann brúkast bæði í einstøkum tímum, í undirvísingargongdum og sum grundarlag undir víðari arbeiði við tónleiki. Bókin er eisini ætlað øðrum áhugaðum, sum vilja læra meira um tónafrøði og tónleik.
Nú Tónleikur er komin út sum sBók, er eitt nýtt og kærkomið undirvísingaramboð tøkt til miðnámsskúlar og onnur, sum hava áhuga fyri tónleiki og tónafrøði, skrivar Nám.










