- Tað var Kristian Oskar Henriksen, formaður í teknisku nevnd, sum fekk heiðurin at loysa fyrsta flagið, siga tey í Sands kommunu í dag, og her vænta tey stórt gagn av útstykkingini.

Nýggj útstykking við fleiri grundstykkjum á Sandi

- Tað var Kristian Oskar Henriksen, formaður í teknisku nevnd, sum fekk heiðurin at grava fyrstu flagið, siga tey í Sands kommunu í dag.

- Tað var Kristian Oskar Henriksen, formaður í teknisku nevnd, sum fekk heiðurin at loysa fyrsta flagið, siga tey í Sands kommunu í dag, og her vænta tey stórt gagn av útstykkingini.

Á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu verður í dag kunnað um, at grabbin nú er settur í til eina nýggja útstykking á Sandi - Skarðsbøur, sum henda útstykking verður rópt.

 

- Eftir avbjóðingar í nakrar mánaðir, eru J&K Petersen, sum fingu arbeiðið at gera nýggju útstykkingina, nú farnir í gongd, og fyrsta maskinan er komin á økið, har útstykkingin er staðsett.

 

Í Sands kommunu verður sagt, at nú verður hugt frameftir - við trúgv, áræði og vón um, at arbeiðið at gera nýggju útstykkingina verður liðugt á heyst um eitt ár.

 

- Hetta fer at bøta um hjá øllum teimum, ið hava og fara at seta sær sum mál at búleikast á Sandi. Nýggja útstykkingin fevnir um 33 grundstykki.

 

##med2##

 

Á Facebook-vanganum verður lagt aftrat, at ætlanin hjá kommununi eisini er at byggja ein nýggjan barnagarð beint norðan fyri nýggju útstykkingina, og skúlin liggur eisini í nærumhvørvinum. 

 

- Útstykkingin verður heilt vist eitt paradís fyri barnafamiljur og onnur, og í Sands kommunu fegnast vit um framburðin, verður lagt aftrat.

  


 

 

- Tað var Kristian Oskar Henriksen, formaður í teknisku nevnd, sum fekk heiðurin at loysa fyrsta flagið, siga tey í Sands kommunu í dag, og her vænta tey stórt gagn av útstykkingini.

Kristian Oskar Henriksen situr í maskinuni og loysir fyrsta flagið.