Heimskendur urguleikari leikar á urguna á fyrstu konsertini

Nýggja urgan í Hoyvík er við at taka skap.

Nýggja urgan í Hoyvík er av sonnum við at taka skap. Tær síðstu røddirnar verða gjørdar klárar, og nú er fasadan eisini sett upp.

 

Rimaverkið uttan á pípunum er eitt vakurt samspæl við fasaduna á altarinum frammi í kóri.

 

Urgan ljóðar eisini sera væl og hevur heitan ljóm, frættist úr Hoyvík. 

 

Tað verður heimskendur urguleikari, ið leikar á urguna á fyrstu konsertini.

 

Nú verður sæð fram til vígsluna 1. mai og konsertina 4. mai við Olivier Latry, dómorganisti í Notre Dame.