Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir at hann hevði innsett tær báðar, Margit Stóra og Súsonnu Bertholdsen, sum nýggjar landsstýriskvinnur í ávikavist umhvørvismálum og heilsumálum. Mynd: Álvur Haraldsen

Nýggjar landstýriskvinnur í tveimum ráðum

Margit Stórá er farin úr Heilsumálaráðnum í Umhvørvismálaráðið. Nýggj í Heilsumálaráðnum er Súsanna Bertholdsen

Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir at hann hevði innsett tær báðar, Margit Stóra og Súsonnu Bertholdsen, sum nýggjar landsstýriskvinnur í ávikavist umhvørvismálum og heilsumálum. Mynd: Álvur Haraldsen

Løgmaður hevur í dag tilnevnt tvær nýggjar landsstýriskvinnur. Tær eru Margit Stórá, sum fer úr Heilsumálaráðnum og í Umhvørvismálaráðið. Fyri hana í Heilsumálaráðið er komin Súsanna Bertholdsen, tingkvinna av Tvøroyri.

Hendan umskipanini í landsstýrinum verður gjørd, eftir at Ingilín Didriksen Strøm fyri góðum tveimum vikum síðani varð noydd at leggja frá sær, tí at tvey tingfólk hjá Tjóðveldi søgdu seg vilja atkvøða fyri einum misálitisuppskoti, sum andstøðan hevði reist ímóti Ingilín Didriksen Strøm, sum tey halda, hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum um langtíðarhaldførið hjá Bústøðum.

Nú eru aftur fýra kvinnur í landsstýrinum, sum nú er mannað við fýra landsstýriskvinnum og fýra landsstýrismonnum og løgmanni – tað eru 44,4 prosent kvinnur og 55,6 prosent menn. Harvið er tað innan fyri karmarnar, sum javnstøðulóin setir, hóast landsstýrið ikki er bundið at javnstøðulógini.