Ein fúl dupultskatting

- Pensjónistarnir eru snýttir fyri prísjavning av Samhaldsfasta, sigur Landsfelag Pensjónista í skrivi til stýrið fyri grunnin

Landsfelag Pensjónista hevur sent skriv til stýrið fyri Samhaldsfasta (AMEG), har tey vísa á, at pensjónistarnir eru snýttir fyri prísjavning. 

 

- Allir lønarbólkar hava fingið ein munandi lønarvøkstur í mun til ógvusliga prísvøksturin - ella inflatiónina - men hetta er ikki galdandi fyri pensjónistarnar.

 

Tað sigur forkvinnan í Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelse, í skrivinum til stýrið fyri grunnin. 

 

- Stýrið fyri Samhaldsfasta kunngjørdi í september í 2024, at mánaðargjaldið til pensjónistarnar hækkar við 130 krónum um mánaðin í 2025, tvs. úr 6.325 krónum til 6.455 krónur um mánaðin.

 

Men, felagið sigur í skrivinum til stýrið, at henda hækking av røttum skuldi verið útvið tríggjar ferðir størri, tvs. 328 krónur fyri hvønn mánað, um hækkingin skuldi samsvarað við prísvøkstrinum í tíðarskeiðnum, november 2021 til august 2024. 

 

Í skrivinum til stýrið fyri Samhaldsfasta verður víst á, at í november 2021 var prístalið 125,8 sambært Hagstovuni, og í august 2024 var prístalið 143,3.

 

- Við grundarlag í prísvøkstrinum í hesum tíðarskeiði, eigur mánaðarliga útgjaldið í 2025 at verða sett til 6.783 krónur um mánaðin, tvs. ein mánaðarlig hækking við 328 krónum og ikki einans 130 krónur, sum stýrið hevur samtykt.

 

Forkvinnan í Landsfelag Pensjónista vísir á, at henda hækking umfatar bert eina prísstilling, og ein verulig hækking av útgjaldinum eigur eisini at koma aftrat.

 

- Enn einaferð má eisini minnast á, at grunnurin er ogn hjá løntakaranum, og løntakarans inngjald er skattað við inngjald og verður aftur skattað við útgjald, tvs. ein fúl dupultskatting, og sum betrar um haldføri hjá bæði landi og kommunum, men ikki hjá pensjónistum.

 

Víst verður á, at í 2024 verður metti skatturin av útgjaldinum frá Samhaldsfasta umleið 250 milliónir krónur, og í 2025 er hann mettur til umleið 277 milliónir krónur og munar sostatt sera gott hjá landi og kommunum.

 

- Vit heita á stýrið fyri Samhaldsfasta um at endurskoða útgjaldið fyri 2025, soleiðis at tað í minsta lagi verður prísjavnað sambært prísvøkstrinum frá november 2021 til august 2004.

 

Samstundis heitir Landsfelag Pensjónista á landsstýrið um at avtaka dupultskattingina, tvs. skattafrítt inngjald til Samhaldsfasta ella skattafrítt útgjald úr Samhaldfasta.