– Tað gleði meg at vera við til at seta skjøtul á hetta ótrúliga projektið og soleiðis at framtíðartryggja Suðuroynna, segði Jenis av Rana á tíðindafundinum í morgun, har hann sum umboð fyri Miðflokkin skrivaði undir semjuskjalið millum allar flokkar á tingi um Suðuroyartunnilin.
– Eg fari at nevna fýra øki, segði Jenis av Rana:
Ófødda barnið.
– Tíðin er nú farin frá, at mamman ella familjan ella foreldrini mugu flyta av oynni til havnar at taka ímóti nýfødda suðuroyinginum, segði Jenis av Rana og vísti á, at nú ber til at koyra til Havnar, tá tað er neyðugt, eisini at føða børn.
Tann ungi.
– Nú noyðast tey ungu ikki av oynni fyri at taka eitt lærupláss ella í útbúgving eftir miðnám. Tann tíðin er eisini farin, segði Jenis av Rana.
Tey tilkomnu:
– Tey sum hava ørindi út í heim ella sum arbeiða uttanlands, tann tíðin er farin, har tey mugu brúka ein dag eyka hvønn vegin. Tunnilin loysir eisini tann trupulleikarn.
Og so er tað vinnan.
– Stóri trupulleikin hjá vinnuni, hjá ídnaðinum í Suðuroy hevur verið at fóta sær í Suðuroy. Tann trupulleikin loysa vit eisini við hesum. Hetta er ein ótrúliga góður dagur fyri Suðuroy og fyri allar Føroyar. Rós til alla politikarar, sum tora at taka hesa avgerðina, segði Jenis av Rana.