Fyri summi er talan um nýggjar tíðir, meðan onnur hava hug at samanbera tað við gamlar tíðir, nú sviar hava hert um eftirlitið við markið og krevja samleikaprógv frá ferðafólkum.
Tað merkist serliga væl við Oyrarsund, har tey, ið dagliga ferðast við toki millum Keypmannahavn og Svøríki, nú verða steðgaði og biðin um at vísa samleikaprógv.
Í fyrstu atløgu er nýggja eftirlitið einans galdandi fyri ferðsluna millum Danmark og Svøríki, og fevnir um tok, bussar og bátar millum londini. Nýggja lógin staðfestir, at um nakar persónur sleppur til Svøríki, ið ikki hevur neyðugu samleikaprógvini á sær, so kann tað felag, ið hevur flutt viðkomandi inn í landið, fáa eina bót á 50.000 krónur.
Átakið frá svensku stjórnini er ein roynd at avmarka talið av flóttafólkum, ið ynskja at sleppa til Svøríkis.
Útlitini fyri, at flóttafólkini har við hópa seg upp í danska høvuðsstaðnum hevur ført við sær, at Danmark hevur boðað Týsklandi frá, at stjórnin umhugsar at seta líknandi tiltøk í verk við markið til Týsklands.

Mynd: Polfoto.
Nýggjar tíðir um Oyrarsund

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.