Nýggjar verkætlannir og útbyggingar: Bygg fyrst og spyr aftaná!


Tað kemur alt ov ofta fyri, at verkætlanir fara í gongd, uttan at neyðugt atlit verður tikið til umhvørvisárin, nærumhvørvið, fólkið og um heildarætlanina fyri økið og landið.

Í eini og hvørjari verkætlan eiga umhvørvisatlit at liggja fremst í huganum, áðrenn farið verður í gongd.

 


Alt ov ofta verða stórir partar av fyrireikandi arbeiðinum framdir, ella tá verri er, eru verkætlanir farnar í gongd, áðrenn umhvørvisatlit ella kærumøguleiki ímóti verkætlanini verður drigið inn. Tá er tað longu ov seint.

Vit hava fleiri dømi um óumhugsaðar verkætlannir og staðsetingar. Hetta hevur stórar avleiðingar við sær.


Eg fari at virka fyri, at áðrenn almennar verkætlannir verða framdar, skulu umhvørvisatlit takast sum tað fyrsta. Harnæst fari eg at virka fyri at kortleggja eina landsumfatandi lendisætlan og harvið gagnnýta lendi skynsamt til frama fyri umhvørvið og trivnaðin í Føroyum.