Myndilin eitur FODM50_2026. Nýggi myndilin fevnir um eitt økið sum er 300.000 fer kilometrar til støddar. Dýpdarmyndilin inniheldur nýggjar dýpdardátur og er ein víðkan av gamla dýpdarmyndlinum, sum fevndi um eitt avmarkað økið kring oyggjarnar.
Umhvørvisstovan skrivar, at myndilin er samansettur av 107,4 millónum dýpdarpunktum, harav 17,4 milliónir eru mátaðar dýpdir og 87,7 milliónir interpoleraðar dýpdir.
Myndilin er eitt dátunet við 50 metra loysni og er grundaður á eitt dátusavn við dýpdardátum frá fleiri ymiskum rannsóknum og søguligum keldum.
Til ber at taka dýpdardáturnar niður her.
Les meira um nýggja dýpdarmyndilin her.











