Nýggjur Edmundsson á landsliðið – Jákup givið avboð

Manslandsliðið: Andrias Edmundsson hevur fingið landsliðsboð

Andrias Edmundsson hevur fingið A-landsliðsboð á fyrsta sinni. Tað tekur plássið hjá Jákupi B. Andreasen, sum hevur givið avboð til venjingarlandsdystirnar móti Kekkia og Kosovo seinni í hesum mánaðinum.

 

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, úttók í gjár hópin. Her vóru seks nýggj nøvn, umframt tey trý nýggju nøvnini frá seinastu landsliðsúttøku. Bárður á Reynatrøð, Hanus Sørensen, Martin Agnarsson, Samuel Chukwudi Johansen, Jann Julin Benjaminsen, og Stefan Radosavljevic eru nýggir á landsliðnum. Hartil eru Noah Mneney, Andrass Johansen og Pætur Petersen við aftur, eftir at teir fingu landsliðsboð á fyrsta sinni til seinastu landsliðsúttøkuna og hava ikki verið á vøllinum..

 

Í dag hevur liðskiparin hjá KÍ givið avboð. Jákup B. Andreasen hevur nógv at gera í samband við útbúgving og tá hevur Håkan Ericson altíð sagt, at hann virðir at føroysku spælararnir ikki eru fulltíðarspælarar. Jákup B. Andreasen lærir til maskinmeistara.

 

Í hansara stað er komin Andrias Edmundsson. Stóri miðverjin spælir í spanska Águilas FC. Hann hevur verið gjøgnum ein drúgvan skaða, men er nú tøkur til landsliðið.

 

Hópurin:

 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)

 

Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)

 

Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn

 

Heðin Hansen, HB Tórshavn

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)

 

Andrias Edmundsson, Águilas FC (Spania)

 

Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík

 

Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)

 

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)

 

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

 

Noah Hans Mneney, Víkingur

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Andrass Johansen, B36 Tórshavn

 

Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)

 

Pætur Petersen, HB Tórshavn