Nýggjur føroyingur í hópinum hjá B1908

Sunnudagin byrjaði ein ungur føroyingur inni í álopinum hjá B1908

Í B1908, har teir báðir føroysku leikararnir, Oddur Á. Højgaard og Øssur M. Dalbúð hava spælt við í vár, er ein nýggjur føroyingur komin afturat hópinum.

 

Nýggi leikarin eitur Jógvan á Lað Jacobsen, og hevur áður spælt á ungdómsliðunum hjá millum annað FC Keypmannahavn.

Umframt tað, so hevur Jógvan á Lað Jacobsen eisini umboðað Føroyar á bæði U-17 og U-19 landsliðnum.

 

Sunnudagin byrjaði ungi føroyingurin inni á liðnum hjá B1908, sum á útivølli tapti 3-1 móti Avara. Jógvan á Lað Jacobsen byrjaði inni sum áleypari hjá B1908.

 

Oddur Á. Højgaard er framvegis í hópinum hjá B1908, men tað er Øssur M. Dalbúð ikki. Hann er farin uttanlands í lestrarørindum.

 

Komandi dystur hjá B1908 verður leygardagin, tá teir á heimavølli skulu spæla móti Hvidovre.