FR kortið hevur vundið alt meira upp á seg, og alt fleiri síggja fyrimunir við at sleppa undan at ganga við reiðum peningi uppi á sær, og samstundis altíð at vera gjaldfør.
Higartil hevur verið gjørligt at brúka sleðuna og Teleterminalin. Vansin er í báðum førum, at avgreiðslurnar taka langa tíð. Bæði vegna tíðina, tað tekur at handfara tólini og eisini tí tað hevur verið neyðugt at fáa undirskrift á lepan.
Telefonverkið bjóðar nú ein nýggjan gjaldshátt, hin sokallaða FR-terminalin, har kundin í staðin fyri undirskriftina nýtir loynitalið. Fyrimunurin við nýggja gjaldsháttinum er, at avgreiðslutíðin er munandi stytt. Ein avgreiðsla tekur við FR-terminalinum 10-20 sekund, meðan hon við Teleterminalinum tekur meira enn 50 sekund. Hetta tykist kanska ikki sum long tíð, men tá viðskiftafólkini standa í bíðirøðum hevur avgreiðslutíðin stóran týdning. Mangan avgreiða krambafólkini fleiri viðskiftafólk samstundis, vegna longu bíðitíðina.
Hjá handlinum er fyrimunurin ikki bert, at avgreiðslutíðin verður munandi stytt, men eisini at nýggja loysnin er munandi bíligari fyri handilin. Hvørja ferð eitt FR-kort verður drigið gjøgnum FR-terminalin, kostar hetta handlinum ein triðing í mun til vanliga Teleterminalin. Hetta ger, at fer talið av FR-avgreiðslum upp um 350 um mánaðin, ella 11 um dagin, er FR-terminalurin bíligasta loysnin.
Handlar, ið hava færri avgreiðslur, vilja tó eisini ofta fáa gagn av FR-terminalinum, tí at arbeiðsbyrðan verður munandi minni og trygdin munandi størri. Handlar, sum innan fyri stutt tíðarbil hava nógvar avgreiðslur, vilja ofta velja FR-terminalin. Tryggjaða upphæddin við Teleterminalinum og sleðuni er 1.000 kr, meðan tryggjaða upphæddin við FR-terminalinum er 3.000 kr.
Í Føroyum hevur ikki verið vanligt at nýta loynitalið, tá FR-kortið verður nýtt. Vandi kann tí vera fyri, at viðskiftafólkini ikki minnast loynitalið. Royndir við FR-terminalum hava verið á nøkrum Shell-støðum kring landið og hesar vísa, at tey eru fá, sum ikki minnast loynitalið. Royndirnar á Shell-støðunum hava eisini víst, at skipanin sum heild riggar stak væl.
Greitt er tó, at handlar við fáum FR-avgreiðslum ikki fáa fyrimun av FR- terminalum, tí íløgan er stór. Fyri hesar handlar er bíligasta loysnin enn at nýta sleðuna og Teleterminalin. Framvegis verður eisini neyðugt hjá handlunum, ið hava FR-terminal, at hava sleðuna til at taka.
Telefonverkið selur FR-terminalarnar, setur teir til og veitir annars tænastur í sambandi við FR-terminalarnar.
Tórshavn, 18. sept. 1997
Telefonverk Føroya
Løgtings