Nýggjur maður er í AB miðverjuni

Skála saknar spælaran, sum hevur verið tann drúgvasti í ár

Klokkan 19 hittast Skála og AB á Skála. Hetta er síðsti dystur, at Jonas Dal Andersen hevur ábyrgdina av AB liðnum. Hann flytur aftur til Danmarkar, og nú verður danski Henrik Larsen venjari á Argjum.

 

Í kvøld er nýggjur maður á AB liðnum. Talan er um Oleksandr Snizhko úr Ukraina, sum nú hevur fingið loyvini upp á pláss.

 

Í fyrstu atløgu var honum nokað at vera flóttafólk í Føroyu, tí hann var staddur uttanlands 24 februar, tá Russland leyp á Ukraina. Tá var Olek staddur í Turkalandi á venjingarlegu. Tí varð mett, at hann var ikki fevndur av lógini um flóttafólk.

 

Síðani søkti AB um ítróttarloyvi til ukrainska spælaran, sum nú hevur fingið loyvi at spæla í Føroyum og í kvøld er millum teir fyrstu ellivu á AB liðnum á Skála.

 

Hjá Skála er tað merkisvert, at miðverjin Vukasin Tomis ikki er á listanum í kvøld. Miðverjin hevur higartil í ár verið tann drúgvasti av øllum á liðnum hjá Skála.

 

-

 

Skála – AB kl. 19.00

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Karl Martin Johansen, Karl Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Steinbjørn Olsen – Jan Ingason Hansen, Uros Stojanov, Poul Kallsberg

 

AB: Rasmus Jepsen-Jacob – Michael Alexander Smith, Mikkjal Hentze, Oleksandr Snizhko, Teitur D. Olsen – Ragnar Skála, Erik MCCue, Mathias Præst Nielsen – Marius  Kryger Lindh, Karl Dreier Leth, Robbie Azo