Nýggjur maður er í KÍ álopinum

NSÍ er næstan í somu útgávu, sum vann tryggan heimasigur ímóti EB/Streymi

Skráin segði, at hesin dysturin var ætlaður at vera spældur í Klaksvík, men av tí at arbeiðið við at leggja nýtt graslíki ikki er heilt liðugt í Klaksvík, verður hesin dysturin spældur í Runavík, og so fer NSÍ seinni í heyst norður til Klaksvíkar.

 

Tá ið NSÍ var í Klaksvík 1. apríl, endaði tað við 3-2 heimasigri, eftir at NSÍ í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-1 og hevði tveir stórar møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn KÍ svaraði aftur, og Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg skoraðu og vendu gongdini til 3-2 heimasigur.

 

Eftir trivaligan 4-0 heimasigur ímóti EB/Streymi er NSÍ í kvøld í næstan somu útgávu. Einasta broytingin er, at Pætur Hentze er vongverji í høgru, meðan Meinhard Debes Geyti er á beinkinum.

 

Eftir 3-0 tapið í Gundadali ímóti HB hevur KÍ venjarin skift tríggjar spælarar út. Nýggir millum teir fyrstu ellivu eru Cederic Yamberé, sum var leikbannaður ímóti HB, Albert Ejupi sum varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími, og so nýggi norski álopsspælarin Joseph Michael Williams, sum KÍ skrivaði undir sáttmála við sunnukvøldið, og sum fyrstu ferð vandi í Klaksvík mánakvøldið.

 

Teir avloysa Alexander Berntsson, sum var á vøllinum fyrsta tíman ímóti HB, Dan í Soylu og Pætur J. Petersen.

 

 

 

NSÍ – KÍ kl. 18.30

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Adi Terzic, James Drye, Lars Agardius – Betuel Hansen, Konrad Gustafsson, Beinir Nolsøe – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yamberé, Børge Petersen, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic, Albert Ejupi – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Joseph Michael Williams