Dan Brimsvík venjari hjá 07 Vestur hevur ein spælara á liðnum í dag, sum ongantíð áður hevur verið millum teir fyrstu ellivu. Tað er 18 ára gamli Jónatan Nattestad. Higartil í ár er hann sjey ferðir skiftur inn á besta liðið, men í dag er hann fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu.
Teir, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í 4-1 tapinum á Skála, og sum ikki eru við frá byrjan í kvøld, eru Kevin Egell-Johnsen, sum er leikbannaður, og Julian Mouritsen og Jóannis á Steig. Teir eru báðir á beinkinum saman við eitt nú Janusi Svabo Samuelsen, sum ikki var á listanum á Skála.
Sonni Ragnar Nattestad er aftur í miðverjuni, eftir at hann seinast var leikbannaður. Oddur í Haraldstovu Petersen er framrættaður í kvøld. Á Skála varð hann skiftur inn, tá ið eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki.
Hjá B36 er Magnus Egilsson leikbannaður. Avloysari í miðverjuni er Símun Sólheim.
Jelle van der Heyden er ikki á listanum hjá B36 í kvøld. Marius Kryger Lindh loysir hann av.
Á B36 beinkinum eru eitt nú Bjarki C. Nielsen og Gutti Dahl-Olsen.
16 ára gamli Djóni Sivertsen er fyri fyrstu ferð í B36 hópinum. B36 skrivar í dag soleiðis um unga mannin:
Í gjár skrivaði 16 ára gamli Djóni Sivertsen undir sáttmála við barndómsfelagið, sum í fyrsta lagi er galdandi fyri hetta kappingarárið. Og seinnapartin verður hann av tí sama eisini við í spælarahópinum, sum fer vestur í Vágar at spæla ímóti 07 Vestur.
Djóni er ein av okkara mongu spennandi ungu spælarum. Sum ágrýtin miðvallari hevur hann verið fastur fúsur á ungdómslandsliðum. Síðan føðingardagin í summar hevur hann eisini spælt sínar fyrstu dystir fyri næstbesta liðið.
07 Vestur – B36 kl. 18.30
Dómari: Alex Troleis
07 Vestur: Sebastian Linnet John – Filip Brattbakk, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Hans Erik Gunnarsson – Mikkel Elbæk Jakobsen, Amer Ordagic, , Jónatan Nattestad, Teitur Olsen – Emil G. Pedersen, Oddur í Haraldstovu Petersen
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Fabian Ness – Anton Søjberg, Mattias J. Hellisdal, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson