Nú er næsta KÍ takið at arga víkingarnar

Sera stinni B68 málverjin heldur, at hann og liðfelagarnir kunnu fáa nyttu burturúr, hóast teir í kvøld taptu á heimavølli ímóti KÍ

Tað endaði við 2-0 favorittsigri, tá ið KÍ í kvøld var á Svangaskarði. KÍ legði, áðrenn tíggju minuttir vóru farnir, seg á odda við sera óhepnum B68 sjálvmáli. Árni Frederiksberg legði við frísparki úr vinstru bóltin til handara stólpa, og har var tað miðvallarin Ragnar Samuelsen, sum var óheppin, tá ið hann stýrdi bóltin í sítt egna mál.

 

-Hjá okkum snýr tað seg um at vinna allar dystirnar, um tað skal eydnast at hótta tað, sum ber til at hótta. Teir høvdu fríska litið undan í fyrra hálvleiki, og vit høvdu tað í seinna hálvleiki, og lotið ávirkaði spælið. Uttan at vit als ikki spældu til okkara besta, so kendu vit okkum hava tak á tí. Tá ið munurin bara er eitt mál, so kann alt koma fyri, men tíbetur eydnaðist tað at økja um leiðsluna, og longu tíðliga í morgin fara vit at venja við fokus á næstu uppgávuna, sum verður í Gøtu mikudagin. Vit ætla okkum at arga, og vit gleða okkum til eina góða uppgerð, sigur Árni Frederiksberg í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

KÍ hevði fleiri góð álop í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at fáa mál fyrrenn í síðsta minutti, tá ið Árni Frederiksberg setti bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu. Fleiri ferðir var tað Jóannes K. Danielsen, sum átti innleggini úr høgru, og aðrar ferðir var tað Kristoffer Ødemarksbakken, sum legði innfyri úr vinstru.

 

B68 stríddist støðugt fyri at vinna stigið, sum kanska fer at vísa seg at vera heilt avgerandi. Tað eydnaðist ikki, og toftamenn vunnu ongan heilt upplagdan møguleika, hóast teir onkrar ferðirnar vóru kring KÍ brotsteigin.

 

-Tað var spenningur í inntil síðsta minutt í vanligu leiktíðini. Okkara vístu sera góðan hugburð. Tað er trýst á okkum í botnstríðnum, men um vit næstu ferðirnar fara at vísa tann hugburðin og tað avrikið, sum vit gjørdu í kvøld ímóti KÍ við so nógvum góðum spælarum, so rokni eg avgjørt við, at tað fer at bera fleiri stig og sigrar við sær, sigur B68 málverjin Tórður Thomsen.

 

B68 málverjin hevur fleiri tær seinastu ferðirnar verið sera sannførani, og tað var hann eisini í kvøld. Fleiri ferðir bjargaði hann, tá ið teir bláu og hvítu vóru í góðum støðum at skora mál.

 

 

 

 

 

B68 – KÍ 0-2 (0-1)

 

0-1: sjálvmál 9.

 

0-2: Árni Frederiksberg 90.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten, Hanus Højgaard – Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen – Karstin Clementsen, Andreas Pettersen, Bárður Ó. Jensen – Brian Jakobsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Alexander Berntson, Claes Philip Kronberg – Hallur Hansson, Mads Bo Mikkelsen, Albert Ejupi – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken