Liðið hjá Martini Agnarssyni er fremst

Aarhus Fremad vann á Frem

Seinnapartin tók liðið hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad móti Frem í dysti í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

Á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus eydnaðist tað Aarhus Fremad at vinna 2-1 á Frem. Anders Holvad gjørdist stóra hetjan hjá heimaliðnum við at skjóta bæði málini.

 

Tá 65 minuttir vóru leiktir kom Martin á vøllin fyri júst Anders Holvad.

 

Aarhus Fremad er fremst í deildini við 16 stigum fyri átta dystir. Fremad Amager og Skive eru í hølunum við ávikavist 16 stigum og 15 stigum. Bert málúrtøkan skilir Aarhus Fremad og Fremad Amager. 

 

Sunnudagin 29. september klokkan 13 verður oddauppgerð. Tá tekur Fremad Amager móti Aarhus Fremad á heimavølli.