Dysturin við Stórá í Trongisvági í dag, har TB hevði vitjan av KÍ, fer ikki í søgubøkurnar sum ein av teimum góðu.
KÍ vann 5-0, og klaksvíkingar fyrireika seg fegnir og lættir at fara umborð á Smyril. Teir eru fegnir um trivaliga sigurin, og teir eru lættir um, at tað eydnaðist at fáa hesa uppgávuna frá hondini.
Tað regnaði illa, og tað var so mikið nógvur vindur, at Rúni Gaardbo dómari í fyrra hálvleiki tosaði við liðformenninar. Tað snúði seg um, um teir hildu tað vera ráðiligt at halda fram. Tað gjørdu teir, og hóast heilt fríska lotið, so vóru líkindini ikki so vánalig, at tað ikki var ráðiligt at spæla.
Heimaliðið hevði vindin undan í fyrra hálvleiki. Á beinkinum hjá TB í dag hevði lokali Allan Smedemark, ið hevur royndir sum ungdómsvenjari, ábyrgdina, nú felagið framvegis leitar eftir nýggjum venjara.
Tað ráddi um at binda fyri, so úrsltiið ikki varð so ljótt, sum tað var, tá ið TB tapti 10-0 í Klaksvík, og tað eydnaðist.
Hálvleiksstøðan var 2-0. Árni Frederiksberg setti hol á, tá ið eitt korter var farið. Tað var eftir fínt gjøgnumbrot og innlegg úr vinstru frá Jonn Johannesen.
Miðvallarin Dávid B. Andreasen økti undan steðginum um munin til 2-0, og hann økti í seinna hálvleiki um munin til 3-0. Dávid var aftur í dag millum teir fyrstu ellivu. Ivaleyst valdi venjarin Magnus Powell at spara Hall Hansson og René Shaki Joensen, so teir vera tøkir at spæla leygardagin, tá ið NSÍ verður norðoyastevnugestur.
Í báðum førum var tað landsliðsspælarin Jóannes K. Danielsen, sum átti uppleggið úr høgru.
Árni Frederiksberg skoraði tvey tey síðstu málini og harvið hattrikk. Tað hevur verið tosað um, at hann hevur verið darvaður av skaða, men avrikið í dag man hava sannført landsliðsvenjaran um, at Árni skal vera á listanum, tá ið landsliðið fyrrapartin í morgin verður úttikið. Í báðum førum var uppleggið úr vinstru.
Vánaligu líkindini órógvaðu fleiri spælarar. Eitt nú kendist Mohamed Samba at vera illa fyri, tá ið hann eftir umbøn var skiftur út og fór beinleiðis undir brúsuna.
TB fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti B68, og tá fær KÍ á norðoyastevnu vitjan av NSÍ.
TB – KÍ 0-5 (0-2)
0-1: Árni Frederiksberg
0-2: Dávid B. Andreasen
0-3: Dávid B. Andreasen 64.
0-4: Árni Frederiksberg
0-5: Árni Frederiksberg 89.
Dómari: Rúni Gaardbo
TB: Anders Tønnesen – Jóhan Renéson, Gilli Rólantsson Sørensen, Ndendé Adama Guéye, Ragnar Joensen – Mikal Tummasarson, Samudeen Musah, Amidou Diop, Mattias Djurhuus, Mohamed Samba – Aron Arnholdsson
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Deni Pavlovic - Martin Rodrigo Gonzalez, Jákup B. Andreasen, Dávid B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Patrik Johannesen, Jonn Johannesen