Nú er tað greitt, at ein danskur málverji næsta kappingarár verður við í kappingini um plássið millum stólparnar á besta fótbóltsliðnum í Fuglafirði.
ÍF boðar í kvøld frá, at avtala er gjørd við 21 ára gamla Oliver Nickolaj Djuraas Korch, sum vanliga verður nevndur Oliver Korch. Oliver er úr Danmark, har hann hevur umboðað núverandi superligufeløgini FC Midtjylland og Hobro, umframt at hann eisini hevur spælt við Hvidovre og B1908. Hetta síðsta felagið hevur eisini ein annar fyrrverandi ÍF spælari, Øssur Dalbúð, spælt við.
188 cm høgi Oliver hevur spælt 37 U-landsdystir fyri Danmark í aldursbólkunum U16, U17, U18, U19 og U20.
Áður hevur Oliver verið og royndarvant í stórfeløgunum Inter Milan og Manchester City, veit ÍF at siga. Tá var hann í U17 aldri, og eitt ár seinni var hann á vitjan hjá Tony Pulis og Stoke.
Fyrrverandi landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, er hjálparvenjari hjá Jógvani Martin Olsen, sum hevur ábyrgdina av ÍF liðnum. Tí er einki at ivast í, at nýggi málverjin fær góðar fyritreytir í Fuglafirði at mennast í ódnini millum ÍF stólparnar.