Tað vóru Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum skrivaðu undir avtaluna.
Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2025 til 1. oktober 2026.
Lønarhækkingin verður 3,64 prosent galdandi frá 1. oktober í fjør.
Starvsfelagið er eitt av teimum 12 fakfeløgunum, sum hava gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um ein samlaðan lønarkarm upp á 3,87 prosent í ár.
Nýggi sáttmálin kostar 0,23 prosentstig av hesum karminum, og tí verður beinleiðis lønarhækkingin hjá limunum 3,64 prosent.











