Nú er ein serlækni afturat settur í starv á Landssjúkrahúsinum.
Landssjúkrahúsið skrivar, at tað er Jens Smith, serlækni í geriatri ella eldrasjúkum, sum nú er settur í parttíðarstarv á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Men tey siga, at hann er settur fyribils.
Jens Smith er 65 ára gamal og er serlækni í eldrasjúkum og almennum medisini, og hann hevur arbeitt í danska heilsuverkinum í nógv ár.
Peningur er settur av á fíggjarlógini til endamáli og høvuðsbólkurin av teimum eldru, hann skal arbeiða við, eru tey yvir 80 ár. Jens Smith byrjar í starvinum 1. apríl 2015.
Á myndini eru Bjarni á Steig, depilsleiðari á Medisinska deplinum, vinstrumegin, og Jens Smith, serlækni í geriatri.