Teir tríggir borgarstjórarnir, Súni í Hjøllum, formaður, Hans Anders Jacobsen, næstformaður og Tórbjørn Jacobsen, saman við Borgar Hansen, Fróða Danielsen og Sunleivi Højgaard

Nýggjur stigabilur fyri slakar 6,5 milliónir krónur

Nýggi stigabilurin hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði kom til Føroya fyrr í mánaðinum

Teir tríggir borgarstjórarnir, Súni í Hjøllum, formaður, Hans Anders Jacobsen, næstformaður og Tórbjørn Jacobsen, saman við Borgar Hansen, Fróða Danielsen og Sunleivi Højgaard

Tað var í fjør heyst, at sáttmáli varð gjørdur við RK Brand & Teknik í Ringe um at útvega ein Scania stigabil frá Rosenbauer í Karlsruhe í Týsklandi, har bilurin er uppbygdur.

 

Økið við Skálafjørðin er í stórari menning, og nýggir bygningar koma í næstum, sum hava alsamt fleiri hæddir.

 

- Eisini gerast ferðamannaskipini hægri og hægri. Íløgan  í 32 metra langa stigan var tí alneyðug hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS).

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Nes kommunu, og her verður lagt aftrat, at kostnaðurin av nýggja bilinum er slakar 6,5 milliónir krónur.

 

Aftanfyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes kommuna, Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna. 

 

Felagsskapurin varð stovnaður fyri 51 árum síðan - ella hin 4. september 1974.  

 

- Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.

 

Víst verður á, at fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú umleið 7.300, og fólkatalið var umleið 4.400, tá felagskapurin varð stovnaður. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.

 

Í tilbúgvingarnevndini fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, haraftrat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir.

 

Í nevndini er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varaleiðarin til fundirnar.

 

Í tilbúgvingarnevndini sita nú: Súni í Hjøllum, formaður, Hans Anders Jacobsen, næstformaður, Tórbjørn Jacobsen, Terje B Vestergaard, Pauli Poulsen, Sunleiv Højgaard og Hans L. Djurhuus.

 

 

 

Teir tríggir borgarstjórarnir, Súni í Hjøllum, formaður, Hans Anders Jacobsen, næstformaður og Tórbjørn Jacobsen, saman við Borgar Hansen, Fróða Danielsen og Sunleivi Højgaard