Nýggjur stjóri á Búnaðarstovuni

Tróndur Leivsson er í dag settur sum stjóri á Búnaðarstovuni

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur gjørt av at seta Trónd Leivsson í starv sum nýggjan stjóra á Búnaðarstovuni.

 

Tróndur Leivsson er 57 ára gamal og útbúgvin landbúnaðarfrøðikandidatur frá 1985. Tróndur hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan m.a. landbúnað, skógarrøkt og umhvørvið, og hevur harumframt drúgvar og viðkomandi leiðslu- og fyrisitingarligar royndir frá almenna geiranum, har hann síðani 1987 hevur verið stovnsleiðari og seinni deildarleiðari á Skógrøkt Landsins.

 

Tróndur Leivsson byrjar í starvinum tann 1. juni 2015, boðar Heilsumálaráðið frá.