Carlo Ancelotti er nýggjur venjari í Real Madrid. Hann tekur við eftir Zinedine Zidane, sum á øðrum sinni hevur valt at gevast sum venjari í felagnum, ið hann eisini umboðaði sum spælari.
Real Madrid hevur givið Zinedine Zidane eitt positivt eftirmælið, men fyrrverandi stórspælarin hevur fílst á, at tað bleiv lagt trýst á hann móti kappingarenda umvegis miðlarnar.
Italski Carlo Anclotti tekur nú við á øðrum sinni sum venjari hjá Real Madrid. Hann hevur seinastu tvey árini verið venjari hjá Everton, men her hevur tað ikki eydnast at fáa nýtt lív í Liverpool-felagið.