Nyrup bjargar landsstýrinum úr tyrluknípu

Danski forsætisráðharrin gav á Føroyavitjanini landsstýrinum lyfti um, at danska stjórnini fer at loysa málið um donsku stjórverjutyrluna

Hóast ongin enn kennir loysnina, so er tyrlumálið kortini loyst.

Soleiðis verður málið ið hvussu er fatað í Tinganesi eftir donsku forsætisráðharravitjanini farna vikuskifti. Og á Marinustøðini í Havn er støðan tann sama. Bíðað verður nú eftir nærri boðum úr Danmark.

Danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen hevur yvir fyri landsstýrinum lovað, at danska stjórnin skal taka sær av sokallaða tyrlumálinum, sum í stuttum snýr seg um, at danska sjóverjutyrlan frá oktober mánaði og til mars mánað næsta ár ikki fór at vera í Føroyum. Stórt trot á tyrluflogskiparum við hernaðarútbúgving var orsøkin, og tí hevði danska marinan avgjørt, at tyrlan í føroyskum øki í eitt hálvt ár skuldi røkja aðrar uppgávur, ið lógu á láni.

Við tyrluni hevði eisini farið eitt tað hentasta amboðið í sambandi við bjargingar í føroyskum sjóøki, sjúkraflutning o.s.fr.

Boðini um, at tyrlan ikki fór at flúgva í eitt hálvt ár í Føroyum, elvdi til ógreiðu í Tinganesi, tí so nógv málsøki í roynd og veru vara av tyrluni, tá til stykkis kemur.

Vinnumálastýrið varð nevnt, heilsu & almannastýrið var eisini inni í myndini, men bólturin endaði meira ella minni hjá Fiskivinnustýrinum, ið skuldi royna at loysa málið.

Kaj Mortensen, aðalstjóri í Fiskvinnustýrinum, sigur at har verður málið nú mett at vera loyst.