Nyrup skal viðgera sjálvstýrislógina

Jóannes Eidesgaard, fólkatingslimur, vil hava greiði á, um danski forsætisráðharrin hevur vrakað sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokkinum sum ein møguleika at loysa spurningin um ríkisrættarligu støðuna

Danski forsætisráðharrin verður nú noyddur til at taka støðu til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at lata eina sjálvstýrislóg avloysa heimastýrislógina. Jóannes Eidesgaard, fólkatingslimur, hevur reist málið í Fólkatinginum í einum fyrispurningi til Poul Nyrup Rasmussen.

Jóannes Eidesgaard heldur, at ivi er sáddur um sjálvstýrislógina eftir seinastu samráðingarnar millum stjórnina og landsstýrið, og hann vil nú hava greiði á spurningunum, sum hava tikið seg upp.

Í fyrispurninginum til danska forsætisráðharran spyr Jóannes Eidesgaard, um sjálvstýrislógin kann verða støðið undir nýggju ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Hann vil hava at vita, um stjórnin veruliga hevur sagt, at løgtingið ikki kann fáa lóggevandi vald á øllum økjum innanfyri danska ríkið. Hann vísir á úttalilsi frá løgmanni um, at stjórnin hevur gjørt hesa niðurstøðuna á seinasta samráðingarfundi.

Anfinn Kallsberg hevur eftir seinasta samráðingarfund sagt, at tað bara er eitt lóggevandi ting í danska ríkinum, og tað er Fólkatingið. Við øðrum orðum eru heimildirnar hjá løgtinginum avmarkaðar og heimastýrislógin bert ein delegatiónslóg, sum Fólkatingið til eina og hvørja tíð kann taka aftur. Hesin spurningurin kann bert loysast, um Føroyar gerast ein suverenur statur, vil løgmaður vera við.

Jóannes Eidesgaard vil hava at vita, um forsætisráðharrin hevur somu støðu sum løgmaður, ella um tað veruliga ber til at fáa fult ræði á øllum økjum innanfyri danska ríkið, soleiðis sum Javnaðarflokkurin hevur skotið upp í sjálvstýrislógini.

Jóannes Eidesgaard vísir eisini á úttalilsi frá Høgna Hoydal, sum eftir samráðingarnar hevur staðfest, at sjálvstýrislógin ikki letur seg gera í veruleikanum.

Danski forsætisráðharrin hevur hinvegin fleiri ferðir av fólkatingsins røðarapalli sagt, at sjálvstýrislógin er eitt skilagott alternativ, og at tað ber til at seta lógina í verk, og spurningurin er, um Nyrup hevur broytt støðu ella ikki.

Við sjálvstýrislógini verður staðfest, at løgtingið hevur fult ræði á øllum yvirtiknum málsøkjum, og hendan myndugleikan kann Fólkatingið ikki taka aftur. Jóannes Eidesgaard vil hava forsætisráðharran at svara uppá, um hetta veruliga letur seg gera. Fólkatingslimurin heldur tað hava stóran týdning at fáa ivaspurningar beindar burtur, tí júst tað, at løgtingið hevur fult ræði á yvirtiknu málsøkjunum er kjarnin í uppskotinum um eina sjálvstýrislóg.