Søgurnar um nýval trívast altíð væl á Christiansborg. Veljarakanningarnar eru nógvar, og tær verða lisnar við stórum áhuga, tí ofta eru tað tær, sum siga mest um, hvørt val er í hondum.
Veljarakanningarnar hava ikki verið blíðar við donsku stjórnarflokkarnar seinastu árini. Danski Javnaðarflokkurin hevur verið heilt niðri á 20 prosentum í kanningunum, meðan Vinstra hevur ligið omanfyri 30 prosent. Nyrup hevur tí ikki sæð nakra orsøk til at fara út í eitt val, sum hann sá út til at tapa longu frammanundan.
Men vend er komin í síðani 11. september. Nyrup hevur verið stóra álitið hjá danska fólkinum í einari svárari tíð, og hetta løna tey honum aftur í nýggjastu veljarakanningunum. Fyri fyrstu ferð síðani seinasta val liggur danski Javnaðarflokkurin nú omanfyri 30 prosent í veljarakanningunum. Nyrup hevur tí funnið kalendaran fram at vita, um ein uppplagdur valdagur liggur fyri framman.
Trý val í senn
Flestu eygleiðarar rokna við, at forsætisráðharrin fer at áseta valdagin til tann 20. november. Tá eru eisini býráðs- og amtsval, og nógv halda hetta vera ein upplagdan møguleika. Verður val 20. november, so er tað fyrstu ferð í søguni, at býráðs- og amtsval verða hildin sama dag sum eitt fólkatingsval.
Tað eru tey, sum halda, at býráðsvalið og valið til amtsráðini fara at detta burtur ímillum, um fólkatingsval verður sama dag, men tað eru eisini nógv, sum halda tað vera eitt gott hugskot. Frá baklandinum hevur Nyrup fingið grønt ljós til at skriva út val, nær tað skal vera. Borgarstórarnir í stóru kommunum Keypmannahavn og Århus, Jens Kramer Mikkelsen og Flemming Knudsen, taka báðir undir við hugskotinum, og tað sama ger formaðurin í Landsfelagnum hjá kommununum, Anker Boye, sum eisini er borgarstóri í Odense.
Í dag ella hósdagin
Forsætisráðharrin heldur vanliga tíðindafund fyrrapartin týsdag, og møguliga fer í dag at avdúka, um hann ger álvara av ætlanunum um nýval. Hinvegin er ikki fundur aftur í Fólkatinginum fyrrenn hósdagin, og møguliga bíðar hann við at avdúka, um val verður ella ikki, til tann dagin.
Nyrup sjálvur hevur higartil ikki viljað gjørt viðmerkingar til søgurnar um nýval. Á einum tíðindafundi sunnukvøldið lat hann hurðina standa á glopp og vísti ikki nøkrum aftur.
- Tað, sum hevur týdning júst nú, er at taka skilagóðar avgerðir í samband við stríðið móti yvirgangi og avgerðir, sum tryggja búskaparliga støðuna, nú støðan í heiminum annars er so óviss, segði Nyrup.
Andstøðan er klár
Andstøðan sigur seg vera til reiðar at fara út í eitt valstríð nú, men teir Radikalu, sum sita í stjórnini saman við Nyryp, eru ikki til reiðar. Tað er Sosialistiski Fólkaflokkurin heldur ikki, og hann er týdningarmesti stuðulsflokkurin hjá stjórnini.
Sambært veljarakanningunum er stórur vandi fyri, at stjórnin saman við stuðulsflokkunum missur meirilutan, og at borgarligu flokkarnir vinna stjórnarvaldið. Eitt miðaltal av fleiri veljarakanningum vísir, at stjórnin við stuðulsflokkum fær 78 fólkatingslimir og borgarligu flokkarnir 97 sessir og sostatt greiðan meiriluta.
Sum gongdin hevur verið seinastu árini kann kortini vera, at Nyrup hugsar sum so, at útlitini fyri, at undirtøkan hjá stjórnini verður størri enn nú, eru sera smá. Stjórnin hevur fingið viðrák orsakað av yvirganginum í USA, men hetta er neyvan eitt varandi viðrák.
Í løtuni vigar Nyrup fyrimunirnar upp í móti vansunum, og í dag ella hósdagin fæst helst at vita, um hann sjálvur er til reiðar til eitt skjótt men uttan iva hart valstríð, sum skal avgera lagnuna hjá stjórnini.