Nýtslan av fýrverki skal avmarkast

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ætlar at herða reglurnar um fýrverk

Nú fara vit at fáa strangari reglur fyri fýrverk. Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, við Sosialin, sum er at fáa í handlum og kioskum beint nú. Eitt, hon ætlar at gera í hesum føri, er, hvussu leingi tað skal vera loyvt at skjóta fýrverk.

 

Eftir lógini er loyvt at skjóta fýrverk í Føroyum alt árið - bara tað ikki er til ampa fyri nakran. Hinvegin eru tað rættiliga nógv, sum ilskast inn á fýrverk. Og ikki minst ilskast tey, sum hava hund, og onnur húsdýr, um, at fýrverk verður skotið í fleiri dagar.

 

Ingilín Didriksen staðfestir, at í hesum føri víkir lógin í Føroyum frá lógunum í okkara grannalondum, men at tað er til stóran ampa fyri bæði fólk og fæ.

 

Tí heldur hon, at vit eiga at fáa reglur fyri, at tað bara skal vera loyvt at skjóta fýrverk í nakrar dagar rundan um nýggjársaftan, eins og tað er í hinum norðanlondum. Hon sigur, at hetta er eisini ein spurningur um trygd, tí fýrverk skal ikki goymast.

 

Tað er eisini nógv onnur viðurskifti í sambandi við fýrverk hon ætlar at broyta, eitt nú at broyta reglurnar fyri at skjóta neyðrakettir á nýggjárinum

 

Í Sosialinum, sum er at fáa í handlum og kioskum beint nú, er ein longri samrøða við landsstýriskvinnuna um fýrverk.