Orð og myndir: Dávur Winther. Gomlu myndirnar tók Sólbjørn Jacobsen, sáli, fyrrverandi telefonverksstjóri

Nýtt 5G net í heimsflokki – eisini í Klaksvík

Kring allar Føroyar verða dagføringar gjørdar á netkervinum hjá Føroya Tele í hesum døgum.

 

Orð og myndir: Dávur Winther. Gomlu myndirnar tók Sólbjørn Jacobsen, sáli, fyrrverandi telefonverksstjóri

Fríggjadagin var gamla 22 metra høga masturin hjá Føroya Tele í Klaksvík tikin niður. Hon varð sett upp miðskeiðis í 90-unum. Síðani varður nýggj mastur við hópin av nýggjum samskiftirútbúnaði sett upp – henda masturin er 24 m og vigar um 6 tons við allari útgerðini á.

Í høvuðsheitum er talan um aðalmálið, sum er 5G, ið krevur hesar dagføringar. Um somu leið verða bæði 2G, 3G og 4G netið dagført. Eisini verða FM, Televarpið, VHF og onnur samskiftisútgerð dagførd.

 

##med2##

Hetta er alt kostnaðarmikið, men hevur og er málið hjá Føroya Tele, at tey vilja veita heimsins besta samskiftisnet í Føroyum. Tó at henda dagføring er kostnaðarmikil, so skal hon ikki ganga útyvir brúkaragjøldini, verður sagt at Føroya Tele.

##med30##

 

Flúgvandi 5G

Nú seta vit ferð á arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja 5G omaná. Tá ið alt er skift út, tendra vit 5G fyri øllum í senn. Tá ið alt dagføringararbeiðið er liðugt, verður tendrað, og farnetið er til reiðar at geva tær flúgvandi skjótt 5G, siga tey á FT.

Í Klaksvík var í dag eitt netlið, sum stóð fyri at taka niður mastur, útbúnað og seta nýtt upp. Teirra millum eru tríggir mans úr Pólandi, sum umboða Ericsson í hesi verkætlanini.

Nú situr at kalla allur útbúnaður á mastrini og síðani fipurkaðalar inn í húsið. Hetta merkir samstundis, at tað, sum er inni í húsinum, er rættiliga lítið rúgvusmikið.

Á Heimasíðuni hjá Føroya Tele skriva tey m.a: »Um ársskiftið skal nýggja farnetið hjá Føroya Tele takast í nýtslu. Hóast talan er um stórt inntriv, og avbjóðingar hava stungið seg upp, hevur arbeiðið gingið væl. 

Tveir mánaðir eru gingnir, síðani Føroya Tele fór í holt við landsumfatandi arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja nýtt net við 5G. At seta nýggja útgerð upp er ein drúgv tilgongd, men sum heild hevur arbeiðið gingið bæði skjótt og væl«. 

 

##med3##

 

48 antennur eftir

Fleiri enn 100 fólk frá bæði Føroya Tele og Ericsson eru knýtt at verkætlanini, og higartil er á 102 antennum settar upp dagførdur samskiftisútbúnaður á ymiskum støðum kringum í landinum. Um 48 antennur skulu dagførast afturat. 20 nýggjar mastrar verða settar upp, sum henda í Klaksvík.

Nú restar at dagføra eini 48 støð, sum sagt. Um veðrið háttar sær, er málið framvegis at taka nýggja farnetið í nýtslu um ársskiftið, siga tey frá Føroya Tele.

Alt tilfarið, sum verður tikið niður, verður so ella so endurnýtt. Kaðalar verða sendir til eina fyritøku í Danmark, ið endurvinnur kopar og aluminium, sum eru í leiðingunum. Ritbúnaðurin verður seldur longur suður í Europa, har hann eisini verður endurnýttur.

 

##med4##

Í hjáløgdu myndunum eru eisini myndir, sum Sólbjørn Jacobsen, stjóri á Telefonverk Føroya tók, tá ið uppruna fundamentið til martsina varð stoypt miðskeiðis í 90-unum.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

##med29##

 

 

 

Orð og myndir: Dávur Winther. Gomlu myndirnar tók Sólbjørn Jacobsen, sáli, fyrrverandi telefonverksstjóri