Nýtt andlit í B36

B36 hevur sett Martin Wood sum høvuðsvenjara hjá 1. deild monnum

Mynd: (B36) B36 hevur sett Martin Wood (t.v) sum høvuðsvenjara hjá 1. deild monnum.

B36 hevur sett Martin Wood sum høvuðsvenjara hjá 1. deild monnum fyri komandi kappingarár. Tað boðar B36 frá í dag.

 

- Martin er 29 ár, og hann hevur seinastu árini verið venjari hjá U17 og U19 hjá FC Helsingør. Hann hevur eisini verið rundan um besta liðið hjá FC Helsingør. Martin er settur í fulltíðarstarv og fer at vera partur av sokallaða transitióntoyminum saman við Lukas Enevoldsen og Lassa Deichmann. Har fara teir at leggja serligt fokus á spælaramenningina frá at vera ungdómsspælari til at vera vaksnamannaspælarar, skrivar B36.

 

Tonny Brimsvík hevur eisini longt sín sáttmála og fer sostatt undir sítt triðja ár sum hjálparvenjari hjá 1. deild monnum.

 

Mynd: (B36) B36 hevur sett Martin Wood (t.v) sum høvuðsvenjara hjá 1. deild monnum.