Nýtt fiskivinnuráð tilnevnt

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur nú tilnevnt Fiskivinnuráðið av nýggjum. Nýggjur formaður er Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur, sum starvast sum deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, og nýggjur varaformaður er Birita Sandberg Samuelsen, advokatur.

                                                                                     

Hini, sum komandi 4 árini fara at manna Fiskivinnuráðið, eru:

 

Fyri Føroya Ráfiskaseljarafelag:

Jóhannus M. Olsen, umboð

Tummas Henriksen, varaumboð

 

Fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag:

Niels Winther, umboð

Durita í Grótinum, varaumboð

 

Fyri Føroya Reiðarafelag:

Herálvur Joensen, umboð

Jógvan Jespersen, varaumboð

 

Fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið:

Eyðstein Djurhuus, umboð

Páll Hansen, varaumboð

 

Fyri Føroya Fiskimannafelag:

Jan Højgaard, umboð

Andrias Berglíð, varaumboð

 

Fyri Meginfelag Útróðrarmanna:

Absalon í Buð, umboð

 

Fyri Feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjunum:

Absalon Hansen, umboð

Theodor A. Olsen, varaumboð

 

Skrivari er Sunniva Sólarris, løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum.