Orð: Dánial Hoydal
myndir: Jan Müller
Tað er nakað heilt nýtt, at klaksvíkingar kunnu taka ljóð upp, uttan at skula allan vegin til Havnar ella Runavíkar ella upp aftur longur. Steintór Rasmussen og aðrir úr bólkinum Millum Frændur hava tikið stig til at skapa tónleikinum í Klaksvík hetta nýggja umhvørvi og hava bygt tað upp frá grundini. Tað er dýrt og tíðarkrevjandi, so man má trúgva á dreymin, um hann skal gerast veruleiki, segði Steintór í samrøðu.
Tað er bæði tí, at vit í bólkinum gjarna vit hava møguleikan at taka tónleikin hjá okkum upp í námindini, og tí vit hildu, at tað vantaði eitt studio her í Norðoyggjum, segði Steintór. Hølið kann brúkast til mangt annað enn bara fløguútgávur, og vit hava nógvar ætlanir við tí, men í fyrstuni er tað útgávurnar, sum standa fremst í huganum. Tá vit eru lidnir at taka upp, skal Aria inn at gera fløgu, og síðani stendur bólkurin I Am fyri tørni.
Vit vænta tó eisini, at aðrir bólkar fáa hug til at koma hendavegin. Hølið er bygt upp soleiðis, at tað eisini skal vera hugnaligt at vera her. Vit hava lagt okkum eftir at gera karmarnar so góðar sum møguligt við einum uppihaldsrúmi, køki og baðiverilsi. Hetta er sum ein nýggj íbúð við góðum plássi, so bólkar aðrastaðni úr landinum kunnu koma her og gista, um tað verður neyðugt. Bólkarnir kunnu tá við góðum huga seta sær vikuskifti av til at koma her.
Nógv hugskot
Vit hava allar møguligar ætlanir við hølinum. Møguleikarnir fyri nýtslu av einum slíkum studio eru ótaldir, men ein fyritreyt, sum man ikki má gloyma, er, at tað sjálvsagt eisini mugu vera góðir tøkningar til at gera upptøkurnar. Tað nyttar ikki at byggja eitt flott og vælútgjørt upptøkuhøli, um ongin er, sum dugir at brúka tað rætt.
Tað er eisini av hesi orsøk, at vit ikki hava gjørt so nógv burturúr at lýsa og boða frá hesum enn. Vit vilja fyrst royndarkoyra tað og vita, um kanska okkurt manglar og kann gerast betri.
Dýrt men gott
Útgerðin er rættiliga góð, og vit hava fingið vegleiðing frá kønum fólki, tá vit keyptu hana. Tað var upprunaliga ætlanin at gera eitt 24-sporað digitalt upptøkuhøli við einum bandupptakara, men tað vant upp á seg. So vildu vit hava onkrar effektir afturat. Ein miksipult og nakrar mikrofonir, so vit kundu gera fullfíggjaðar og góðar upptøkur. Her er eisini væl isolerað við tjúkkum gipsplátum, so ongin vandi er fyri ólljóði uttanífrá.
Fyri 20 árum síðan hevði tilsvarandi útgerð kostað 10 ferðir so nógv. At man í dag kann fáa útgerð fyri ein yvirkomiligan prís, er ein fyritreyt fyri, at vit yvirhøvur fóru undir at gera álvara av hesum.
Fløgan
Í bólkinum Millum Frændur eru afturat Steintóri: Beiggjarnir Rani og Eyðun Nolsøe, Erik Biskupstø, Ingi Isaksen og Høgni Klakstein. Tað er tónleikur í stíli við tað, sum vit hava gjørt í Frændum fyrr. Hetta líkist nógv einari solofløgu hjá mær, tí eg havi gjørt alt tilfarið - bæði orð og lag, men hinvegin so dámar mær ikki at kalla tað eina solofløgu, tí eg vil sera gjarna hava allar hinar tónleikararnar við at mynda úrslitið