Nýtt havna- og vinnuøki norðanfyri Norðhavnina

- Endamálið við nýggja økispartinum er at fylgja við í menningini av kommununi og harvið kunna framtíðartryggja og bjóða byggilendi til vinnuligt virksemi

Við heimild í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir samtykti Klaksvíkar býráð á fundi hin 26. februar 2026 uppskot um at stovna nýtt havna- og vinnuøki norðanfyri Norðhavnina í Ánunum.

 

- Endamálið við nýggja økispartinum er at fylgja við í menningini av kommununi og harvið kunna framtíðartryggja og bjóða byggilendi til vinnuligt virksemi.

 

Sagt verður, at nýtslan í nýggja økispartinum kann verða vinnuligt virksemi: Vinnuvirkir, handverk, smiðjur, goymslur og tílíkt - og til tænastuvirksemi, ið hevur samband við hesi og til frítíðarvirksemi, sum hevur við sjógvin at gera.

 

Meira um málið kann lesasr á heimsíðuni - www.klaksvik.fo