Heilsutrygd boðar í morgun frá, at broytingar verða gjørdar við læknadømunum á Skálafjørðinum. Runavíkar Læknadømi og Skála Læknadømi, sum vit kenna í dag, verða niðurløgd 1. juni 2014, og nýggja Skálafjarðar Læknadømi verður veruleiki.
Við hesi broyting verða tríggir kommunulæknar í Skálafjarðar Læknadømi, harav ein er í føstum starvi.
- Endamálið við broytingunum er at tryggja borgarum í teimum trimum kommununum góðar og tryggar heilsutænastur í nærumhvørvinum, sigur Heilsutrygd.
Í hesum døgum verður skriv sent til øll húski í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum, har allir borgarar verða kunnaðir um nýggja Skálafjarðar Læknadømi. Í skrivinum verður heitt á borgarar í Oyndarfirði, Funningi og Funningsfirði, sum í dag hoyra til Eiðis Læknadømi og Fuglafjarðar Læknadømi, um at velja kommunulækna í nýggja Skálafjarðar Læknadømi.
Í fyrstu atløgu verða viðtalurnar á Skála og á Strondum virknar eins og nú, men tá hølini í Heilsumiðstøðini í Runavík eru umvæld, verður viðtalan á Strondum opin 2 dagar um vikuna, inntil koyrandi er undir Skálafjørðin.
Við tíðini er ætlanin at tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram á heilsudeplunum. Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar og ráðgeving til borgaran.
Fyri at røkja hesar uppgávur fara t.d. kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður at starvast á heilsudeplunum.