Nýtt lag frá Lailu

Fyrsta lagið av nýggju útgávuni hjá Lailu av Reyni er nú tøkt.

Í dag er fyrsta lagið av nýggju útgávuni hjá Lailu av Reyni slept, og er at hoyra millum annað á iTunes.

 

Á Youtube liggur eisini eitt kykmyndalag, har lagið er lagt oman yvir kykmyndir frá framsýningini, sum Laila av Reyni hevði av kjólum sínum á bindifestivalinum farna vikuskifti.

 

Tað er Gunnar Guttesen, ið framleiðir nýggju fløguna hjá Lailu av Reyni. Myndirnar til kykmyndalagið, sum er upptikið við Snapchat, hevur Miriam Gunnarson, annar parturin av fotografparinum Miriam&Janus, tikið.