Nýtt og framkomið fiskiskip bygt á Tersan Shipyard

Nýbygningurin er eitt framhald av fyrra Leinebris, sum Tersan Shipyard bygdi fyri reiðaríið í 2015

 

Tersan Shipyard í Turkalandi hevur júst latið norska reiðarínum, Leinebris AS, framkomna fiskiskipið og nýbygningin, sum eisini hevur navnið, Leinebris. 

 

Tað er Skipsteknisk í Noregi, sum hevur teknað skipið, og sagt verður um nýbygningin, at hann er eitt týðandi framstig innan sjóvinnunýskapan og burðardygd.

 

Nýbygningurin er eitt framhald av fyrra Leinebris, sum Tersan Shipyard bygdi fyri reiðaríið í 2015, samstundis sum nýggja skipið er útgjørt við grønaru loysnum og nútímans tøkni.

 

Sagt verður um nýbygningin, at skipið er útgjørt til fleiri veiðihættir, soleiðis at høvi er hjá skipara og manning at fiska við tí reiðskapi, sum er mest effektivur og umhvørvisvinaligur.

 

Nýggi Leinebris er 67,3 metrar langur 15 metrar breiður, og skipið er útgjørt við diesel/el-framdrift, sum skipanin verður rópt. 

 

Meira um norska nýbygningin kann lesast á www.kystmagasinet.no