Nýtt oljufelag selur bíligari olju til føroysk húsarhald

Nýtt oljufelag fer nú at kappast við Magn og Effo um húsarhaldsolju

Sp/F Thomsen er farið undir at selja olju til føroysk húsarhald í miðøkinum í Føroyum. Tað ger felagið við at keypa olju frá nýggja oljufelagnum Krafta.

 

Krafta selur bara olju til skip, og tí sá Sp/F Thomsen, sum tekur sær av flutningi av oljuni á landi fyri Krafta, ein møguleik at selja olju til føroysk húsarhald.

 

Og prísurin hjá nýggja oljufelagnum liggur væl lægri, enn hjá teimum báðum føroysku oljufeløgunum, sum vit hava havt higartil.

 

Ein litur av olju frá Sp/F Thomsen kostar í dag 7,84 krónur.

 

Hjá Magn er oljuprísurin 8,40 krónur, og hjá Effo er hann 8,59 krónur. Soleiðis liggur nýggja oljufelagið ávikavist 7 og 9 prosent lægri enn gomlu oljufeløgini.

 

Við útvarpið í morgun segði stórin í felagnum Tórhallur Thomsen, at tey sóu møguleikan, nú nýggja felagið Krafta er farið at selja olju, tó bara til skip.

 

Thomsen keypir olju frá Krafta og selur hana víðari.

 

– Vit síggja hetta sum ein møguleika at stabilisera okkara virksemi, segði Tórhallur Thomsen við útvarpið.

 

Krafta er nýtt oljufelag, sum hevur sína støð á Strondum, har tangar eru bygdir. Sp/F Thomsen hevur tangabilar, sum flyta oljuna hjá Krafta á landi, av Strondum og til skipini.

 

Tað eru fýra stór feløg í føroysku fiskivinnuni og flutningsvinnuni, sum eiga Krafta, sum tí helst hevur eitt gott kundagrundalag at byrja raksturin við.

 

Eigarar í P/F Krafta eru:

 

Sp/F Framherji Anfinnur Olsejn stjóri: 20 prosent

 

B/F Farcod Mortan Johannesen stjóri: 20 prosent

 

P/F JFK Hanus Hansen, stjóri: 20 prosent

 

P/F Smyril-Line Jens Meinhard Rasmussen, stjóri: 20 prosent

 

Sp/F 380 Consult Leif Hendrik Hovgaard, stóri: 10 prosent

 

Sp/F akkord Rói Sjúrðarson Kalsø, stóri: 10 prosent