Fyrr í vikuni var Sosialurin alloðin av tíðindum frá forkvinnuni í mentamálanevndini um ítróttabyggingar í Gundadali. Í gjár svaraði borgarstjórin aftur við eini ”sólskinssøgu” um framhald av byggingini á Tórsvølli. Hetta hendir alt nú upp undir endan av viðgerðini av fíggjarætlanini 2016, sum skal endaliga samtykkjast á býráðsfundi í kvøld.
Tær ymsu hallar- og ítróttaætlanirnar eru farnir at minna um húsaøðina, sum valdaði í miðbýnum og á vestaru bryggju fyri fáum vikum síðani. Lítil kós og ongin niðurstøða, men nógv orð við ongum politiskum veruleika aftanfyri seg.
Víst eru og verða pengar settir av til bygging av ítróttahúsum. Stórur partur av hesum pengum hevur verið tøkur til íløgur leingi, men ítøkilig og endalig stig eru ikki komin burturúr. Tað snýr seg um at útvega fleiri hallartímar til hondbólt og flogbólt í Havn við eini høll aftrat og haraftrat skilagott innivist til judo og borðtennis. Nær og hvat spyrst burturúr, veit ongin at siga sum er.
Reypað verður eisini um 50 metra hylin. Til hansara hava 10 milliónir verið tøkar í fleiri ár, men so at siga ongan veg er komið. Málið lá deytt leingi, men fekk nýggjan aktualitet, tá javnaðarflokkurin valdi ein fólkafloksmann í nevndina fyri SEV. Nú ljóðar, at bresta skal fyri nev í januar. Nýggir pengar verða eftir øllum at døma kortini ikki játtaðir í 2016.
Seinasta skotið á trænum er Tórsvøllur. Ítøkilig uppskot um framhald av tí byggingini kom fram á einum kunningarfundi, sum FSF beyð býráðslimum til í fyrrakvøldið – eftir at nevndarviðgerðin av fíggjarætlanini 2016 var liðug.
Hetta var ein áhugaverd framløga, har formaðurin í FSF og arkitekturin søgdu sínar hugsanir. Morgunin eftir sendir borgarstjórin út tíðindir á torshavn.fo, sum kunna skiljast sum, at byráðið hevur avgreitt hetta mál sambært tí, sum kom fram á kunningarfundinum.
Soleiðis er ikki. Hvørki nevndir ella býráð og ei heldur stýringarbólkurin fyri Tórsvøll hava viðgjørt útspælið frá FSF og arkitektinum. So leingi ongin slík viðgerð er farin fram, ber ikki til at siga, at byggingin er í pottinum. Ein fyritreyt fyri henni er, at Tórshavnar býráð játtar pening til byggingina. Slík játtan fyriliggur ikki sum er, og játtanin, sum var, er brúkt til suður- og eystursíðurnar.
Í hesum umrøddu málum er lítið høpi í framferðini hjá fremstu umboðum býráðsmeirilutans mótvegis býráðnum og almenninginum. Staðfestast má, at sjálvt høgra hond veit ikki longur, hvat vinstra hond ger á Vaglinum. Tá so er, eru útlitini ikki góð.