Nýtt samstarv við USA: Amerikanskir hermenn á danska jørð

Mette Frederiksen segði, at stjórnin er í dialogi við Føroyar og Grønland

Amerikanskir hermenn og herútbúnaður á danskari jørð kann skjótt vera veruleiki.

 

Hesum boðaði danska stjórnin frá á tíðindafundi í dag. Mette Frederiksen, Jeppe Kofod og Morten Bødskov greiddu frá einari nýggjari samstarvsavtalu við USA, sum snýr seg um verju og trygd.

 

Hetta fevnir ikki um beinleiðis hernaðarstøðir og kjarnorkuvápn, men um eitt nú venjingar og styrkt samstarv á maritima- og loftøkinum, og so kunnu amerikanskir soldátar eisini møguliga vera til staðar í Danmark, umframt hernaðarútgerð.

 

Endamálið er at betra um mobilitetin hjá USA í Europa.

 

– Vit hava stórar og nýggjar og kompleksar trygdaravbjóðingar. Demokratiið er avbjóðað, serliga av Russlandi. Tí er tørvur á einum størri innsatsi á verjuøkinum, segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri og vísti á, at USA skal hava betri møguleikar at vera til staðar í Europa.

 

Hon vísti á, at núverandi støða í Ukraina er ikki tað, ið hevur elvt til hetta framtíðar samstarvið, men hetta hevur verið leingi á veg, sambært Mette Frederiksen.

 

USA er tættasti samstarvsfelagin hjá Danmark, segði Morten Bødskov, verjumálaráðharri. Hann segði, at hetta er ein nýggjur kapittul í donskum verjupolitikki, og at talan ikki er um amerikanskar hernaðarstøðir.

 

– NATO og USA eru garanturin fyri okkara trygd, segði hann.

 

Endaliga avtalan er ikki undirskrivað enn, men danska stjórnin fer at hava víðari dialog um hetta.

 

– Frælsi er ikki ókeypis, segði Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri.

 

So er spurningurin, um hetta eisini er galdandi fyri Føroyar og Grønland - altso, at amerikanskur hernaðaraktivitetur verður at síggja um okkara leiðir. Vit vita longu, at amerikanarar vilja hava ein radara í Føroyum, og so eru teir eisini áhugaðir í at brúka føroyskar havnir til síni krígsskip. Men sambært forsætisráðharranum er hetta ikki aktuelt fyri føroyingar.

 

– Hendan avtalan viðkemur Danmark, men vit eru í tøttum dialogi við Føroyar og Grønland, segði Mette Frederiksen í stuttum svari.