Zacharias Heinesen er fryntligur maður og fyrikomandi. Blíður bjóðar hann innar á verkstaðin, tá myndamaður og blaðmaður hava sett honum stevnu í húsunum á Dalagøtu 4 í Havn, beint omanfyri barnaheimið - húsini hjá Williami Heimesen. Mamman, Lisa, býr framvegis har. Hon er 93 ára gomul og á borðinum á verkstaðnum hevur Zacharias tekningar av mammuni liggjandi.
Tað er í samband við aldar- og túsundáraskiftið, at vit hava sett listamanninum stevnu til eitt leyst prát um mentan og menning. Nú farið verður um mark, ber til at skoða aftureftir og frameftir.
Men sjálvsagt kemur ein ikki uttanum listina, tá ein hittir Zacharias Heinesen. Bæði á verkstaðnum og inni í heiminum eru vakrar myndir á øllum veggum. Og útsýnið oman yvir Havnina er listarligt í sjálvum sær og ein varnast skjótt mong av myndevnunum hjá listamanninum. Hann hevur mangar myndir, ið júst hava myndevni, ið ein kann seta í samband við vakra útsýnið úr stovuvindeyganum á Dalagøtu.
Smáttan
Áðrenn vit seta okkum við einum kaffimunni, fær forvitni blaðmaðurin víst á smáttuna, har William sat og skrivaði, og sum ofta er víst og nýtt í einum pappírsklippi. Smáttan stendur omanfyri húsini, men er í dag tóm. Har sat William og skrivaði og hann hevði ovn frá, fyri at hava hita.
Í samband við 100 ára dagin, verður skipað fyri ymiskum. Gunnar Hoydal skipar eina framsýning, har møguliga henda smáttan verður endurskapað.
Mikines
Fyri líkasum at nærkast aldarskiftinum, so seta vit Zachariasi spurningin, hvat hann sum listamaður metir sum eina ta størstu hending i hesi øldini.
- Hatta er ein øgiliga trupul spurningur. Innan listina er hent nógv. Tá eg kom aftur av listaskúla í Keypmannahavn í 1966, var ringt at selja nakað. Men seinni, í sjeytiárunum, kom gongd á, sigur Zacharias.
- Eisini við at myndprýða bøkur var illa stat. Einki fekst fyri nakað og teir avgjørdu sjálvir prísin, minnist Zacharias.
Men hvar kann ein seta byrjanina fyri føroyska málningalist?
- Tað byrjaði líkasum við Mikines. Hann kastaði seg veruliga út í tað. Tað er hann, sum hevur gjørt, at alt fór í gongd. Áðrenn var tað frítíðarítriv, metir Zacharias, men nevnir tó eisini Waagstein og Chr. Holm Isaksen, sum gjørdu nógv við tað.
Men hann er ikki í iva um, at veruliga málningalistin byrjaði við Mikines.
Zacharias Heinesen heldur, at skal ein sammeta umstøðurnar hjá listamonnum á døgum
Mikines, við umstøðurnar í dag, so er stórur munur.
- Mikines fór jú niður til Danmarkar og málaði og seldi har og lívbjargaði sær. Men tað var sum sagt ikki fyrr enn í sekstiárunum, at tað byrjaði at bera til at liva av listini í Føroyum. Nú eru føroyskir listamenn niðri í Danmark í heilum, men tá vóru heldur ikki so nógvar framsýningar nirðir, metir Zacharias og minnir á, at lættari er eisini at ferðast í dag.
Danir undangongumenn
Er tilvitanin og politiski viljin meira opin nú?
- Ja, eg haldi tað. Men oftani hava t.d. danir verið undangongumenn. Nonnegaard var bankastjóri og broytti hetta við at keypa gávur. Tá var t.d. kgl. postalín vanlig gáva, men hann broytti hetta til føroyska list og onnur fylgdu við. Soleiðis kom tað í gongd og hann gjørdi nógv fyri føroyska list, sigur Zacharias Heinesen.
Men innan mentapolitikk, so hava vit nýliga fingið nakrar heiðursgávur, ið verða latnar listafólki.
- Ja, tað er framstig! Men ein kann siga, at málarar hava altíð klárað seg betri, enn t.d. rithøvundar. Teir hava ikki selt nógv, metir Zacharias.
- Vit, sum eru eftirkomarar hjá Mikines og Ingálvi, og mála við olju, vit klára okkum nøkulunda, men tað koma ung fólk til, ið mála øðrvísi, og eg vænti, at tey fáa trupult við at sleppa av við málningarnar.
- Landslagið hevur spælt út sín leiklut. Tað nyttar ikki at provokera við tí longur. Nú roynir ein at mála landsløg, og síðani abstrahera so mikið, at tað nærum ikki kenst aftur, men heldur er ein lýsing í litum, sigur Zacharias.
Hann væntar, at yngri fólk mugu fara burtur, tí tað hevur ikki gingist teimum so væl. Hann er samdur við teimum, ið hava eftirlýst stuðuli og legat, tí Zacharias metir, at tey yngru eiga at fáa ein møguleika.
-Heiðursgávurnar, ið nú verða latnar, enda ofta hjá teimum eldru, ið hava gjørt tað, teir skulu. Líkasum, at ein hevur forsømt teir sum yngri, men so verður long tíð, áðrenn komið verður til tey yngru, metir Zacharias Heinesen, ið eftirlýsir eina skipan, so tey yngru kunnu byrja.
Hann metir tó, at tað kemur, at listin hjá teimum yngru verður keypt.
Stórhendingar
Men Zacharias er millum teirra, ið sær nakrar stórhendingar á mentanarøkinum. Hann nevnir t.d. sjónleikabólkin Grímu, ið ikki fekk góða móttøku frá øllum politikarum.
- Ein kann kanska spyrja, um tað er batnað. Gríma fær nakað nú, men roknar ein peningavirði, so er tað kanska minni, enn tá.
- Tað er, sum tað hendir aðrastaðni fyrst. T.d. í Danmark. Har hava eittnú kommunur tikið seg saman og bøtt um sjónleikarhús. Tað er, sum eru vit eftirbátar, men tað kemur so við og við, sigur Zacharias.
Føroysk list er ikki stórt meira enn 100 ár, men Zacharias metir vón vera fyri framman, nú vit fara inn í nýggja øld, tí so nógv er hent farnu 100 árini.
- Men tað er ringt at rokna út, hvussu málningalist broytist, onkutíð kemur tað aftur, ið hevur verið. Í sekstiárunum var tað ?in? at gera non-figurativar myndir, sigur Zacharias Heinesen og er ikki heilt ósamdur við, at hetta við bylgjunum, ið venda aftur, minnir ikki sørt um móta.
- Seinni byrjaðu tey ungu at mála naturalistiskar myndir, bara á øðrvísi hátt, so ?bygdamálaríið? kemur óivað aftur, bert øðrvísi, metir Zacharias, sum í myndum sínum kann sigast at vísa ein kærleika fyri teimum marglittu húsunum, ið sermerkja eitt føroyskt bygdarlag.
Opið
Zacharias metir, at samfelagið er meira opið í dag. Spurdur, um betri pláss verður fyri útbrótarum framyvir í Føroyum sigur hann, at tað eisini er soleiðis, at londini nærkast hvør øðrum, so fólk ferðast aftur og fram.
- Tað nýtist ikki at vera til Danmarkar. Tað er blivið so, at fólk fara í onnur lond, leiga høli fyri súmbolska leigu og mála har nakrar mánaðar. Kanska koma eisini listafólk hendaveg. Hetta er longu byrjað so smátt við grafiska verkstaðnum í Listaskálnum, minnir Zacharias á og leggur samstundis dent á týdningin av hesum.
Hann metir eisini tað, at vit fingu Listaskálan, sum eina stórhending.
Hann er samdur í, at tað oftast mugu nøkur fólk til, ið taka seg saman, kanska partvís offra seg, áðrenn okkurt kemur í gongd.
Eigur t.d. ein mentamálaráðharri ikki at ganga fremst, ístaðin fyri at koma aftaná og kanska gjalda eina rokning ella við eini gávu?
-Eg haldi, at tað eigur at virka báðar vegir. Vit hava havt mentamálaráðharrar, ið hava gjørt nógv, men so er tað sovnað aftur. Men enn hevur tað nærum bert verið so hjá okkum, at onkur hevur tikið seg saman og so eru politikarar komnir aftan á, metir Zacharias Heinesen.
- Men kanska onkur kemur, ið er frammanfyri, vónar Zacharias.
William
Zacharias Heinesen kallar pápan fyri William, tí soleiðis vildi William hava tað. Hann minnist skemtiliga aftur á, at tá onkur av vinmonnunum legði til merkis, at hann nevndi pápan við navni, so fóru hesir heim og nevndu bæði síni foreldur við navni.
Men Zacharias ivast ikki í, at tað hevur havt týdning fyri hann sum smádrong at vaksa upp í einum heimi, har listafólk kom og undangongumenn sum Karsten Hoydal og Janus Kamban og eisini Mikines.
- Nú eri eg líkasum føddur inn í listina og kom í samband við øll hesi fólkini sum smádrongur. Mikines kom ofta til Føroya at mála og var heima hjá okkum. Soleiðis var við fleiri málarum og yrkjarum, minnist Zacharias um barnaárini í banraheiminum, har listaumhvørvið í Havn ofta miðsavnaðist.
- Mikines stríddist við sínum málningum og gjørdi øgiliga fínar myndir. William var kanska meira høvundur og legði størstan dent á tað, meðan Mikines var 100 % málari, sigur Zacharias og er samdur í, at William var fjøltáttaður listamaður við stórum talenti.
Um einar tvær vikur verður pápi Zacharias, William, heiðraður í samband við 100 ára dagin. Hann hevur verið nevndur kveikjari og Zacharias er samdur og minnir á, at William eisini var við í sjónleiki og skrivaði eisini tónleik.
Hann hevur torað
Men Zacharias svarar játtandi, tá spurt verður, um tað merktist, at fólk ikki rættiliga skiltu William og at pláss kanska ikki altíð var fyri honum og fólk skiltu hann ikki.
- Hann hevur verið frammanfyri sína tíð og hann hevur torað so øgiliga væl. Hevur havt mót. Ofta havi eg hildið, at hann hevur verið nakað bersøgin, men hann hevur torað. Serstakliga í skrivingini hevur hann sæð alt klárt og á ein meira sosialan hátt.
Føroysk list hevur notið gott av fólki, ið hava torað og hava offrað seg. Hvussu sær út, nú vit fara um aldarskiftið?
- Jú, vit eiga tey fólkini enn. Ofta hava slík fólk verið uttanlands, men vit ferðast so nógv í dag, at vit eru ikki so langt frá mest modernaðu listini. Vit eru við í dag, metir Zacharias Heinesen við árskiftið 1999/2000.
Sjálvur hevur hann eingi serlig nýggjársynski, men hann metir seg enn ikki hava nátt alt og ynskir at gera sítt arbeiði betri og nógv er á skránni.
- Eg vóni at náa meira, áðrenn tað gongur tann vegin, at eg vikni ov nógv, men enn átti megi at verið til eitt sindur afturat, sigur Zacharias Heinesen, sum í ár 2000 m.a. hevur fyri framman várframsýning, sýningar í Danmark og sýning í Berlin