Nú skal tað bera til hjá teimum, sum akkurát eru liðug við sína útbúgving, at koma upp í ALS ímeðan tey leita eftir arbeiði.
Tað hevur ofta verið nevnt sum ein stórur trupulleiki, at tey, sum akkurát eru liðug við útbúgving, ikki kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul ímeðan tey leita sær eftir arbeiði.
Ført hevur eisini verið fram, at hetta er orsøkin til, at fleiri nýútbúgin ikki flyta aftur til Føroya, tí í Danmark kunnu tey fáa arbeiðsloysisstuðul ímeðan tey leita eftir arbeiði.
Men nú verður arbeitt við at broyta hesa skipanina, og Johan Dahl, landsstýrismaður, væntar, at ein loysn verður funnin rættiliga skjótt.
Í løtuni er støðan tann, at føroyingar, sum lesa í einum øðrum norðurlandi enn Danmark, kunnu koma til Føroyar, tá ið tey eru liðug at leita eftir arbeiði, og fáa arbeiðsloysisstuðul samstundis.
Nýútbúgvin kunnu eisini fara úr Føroyum í hini norðurlondini at leita eftir arbeiði, og fáa arbeiðsloysistuðul.
Men tú kanst ikki fara ímillum Føroyar og Danmark, tí skipanin varð broytt, tá ið ALS varð sett á stovn.
Men trupulleikin er ímillum Føroyar og Danmark, tí tá ið ALS varð sett á stovn, varð ein slík avtala ímillum Føroyar og Danmark um hetta, strikað, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at henn hevur tosað við danska arbeiðsmarknaðarráðið um at samskipa arbeiðsloysisskipanirnar í Føroyum og í Danmark, so at tað ber til at flyta ímillum Danmark og Føroyar eftir loknan lestur, og varðveita rætt til at fáa arbeiðsloysisstuðul í tríggjar mánaðir.
- Úrslitið av hesum er eisini, at teir føroyingar, sum eru lidnir at lesa í Danmark, kunnu koma til Føroyar at lesa við arbeiðsloysisstuðuli úr Danmark í tríggjar mánaðir.
Johan Dahl sigur at føroyskir og danskir myndugleikar eru samdir um at útgreina trupulleikan við tí fyri eyga at finna eina loysn.
Samstundis fer hann nú at tosa við ALS um málið og um, hvussu tey, sum eru liðug at lesa, kunnu koma undir skipanina.
Men hann hann vísir á, at hetta kann skjótt føra til stórar útreiðslur fyri ALS, so spurningur er, hvussu tað kann skipast. Tað er ikki væntandi, at ALS kann fíggja eina slíka skipan og so er spurningurin, hvat Løgtingið er sinnað at fíggja, sigur Johan Dahl.