Oasis í Roskilde

Víðagitni bretski bólkurin Oasis er millum kendu nøvnini, sum fara at spæla á Roskilde Festivalinum í ár

Roskilde Festivalurin er størsti tónleikafestivalur í Europa, og aftur í ár eru nógv heimskend nøvn millum luttakararnar.

Tað er júst komið fram, at bretski Oasis, sum eru fløguaktuellir í løtuni, verða eitt av høvuðsnøvunum á danska festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 29. juni til 2. juli.

Eitt av kendastu nøvnunum innan country-tónleik, amerikumaðurin Willie Nelson, verður eisini at hoyra á festivalinum, og sum barlast til bretskar rockrútmur og amerikanskan cowboy-tónleik hava fyrireikararnar fingið til vega nógvar cubanskar tónar.

Bæði Juan de Marcos´Afro-Cuban, All Stars og Eliades Ochoa y el Cuarteto Patria fara at spæla í Roskilde í ár.

Umframt Oasis vera rockbolkarnir Bush, Pearl Jam og Live eisini við í ár, og íslendska ískoyti er at finna í Sigur Ros.

Ein forkunnug vitjan verður eisini gjørd av tiltikna enska rockbólkinum Iron Maiden, sum fyri fyrstu ferð í nógv ár er farin at spæla við uppruna manningini, sum gjørdi bólkin so stóran í áttatiárunum. Bólkurin fer at spæla á konsertum í Stockholm og Oslo, og teir verða eisini við á Roskilde Festivalinum.