Nú um 11-tíðina í dag skuldi ferðafólkaskipið Ocean Endeavour koma á Vág. Hetta er næsta ferðafólkaskipið, sum vitjar Vág í hesi vikuni.
Tað er Adventure Canada, sum eigur skipið, sum hevur umleið 200 ferðafólk umborð, umframt manningina, sum telur 120.
- Flestu av ferðafólkunum eru úr Kanada, siga tey í Vágs kommunu.
Lagt verður aftrat, at dagurin í dag bjóðar ferðafólkunum mongu ferðavinnutilboðini, sum eru í Vági umframt vøkru náttúruna kring Vág.
- Vitjanin í dag er skipað eftir leistinum hjá Vágs kommunu til ferðafólkaskip.
Sagt verður, at leisturin leggur dent á burðardygd til frama fyri lokaløki, samstundis sum strembað verður eftir at gera vitjanina hjá ferðafólkunum enn meira minnisríka.
- Ocean Endeavour er bygt í 1982 og er 137 metrar langt og 21 metrar breitt. Skipið kemur úr Kirkwell og fer víðari til Havnar í kvøld, siga tey í Vágs kommunu.