Tað má tí sigast at vera sera hugaligt, tá vit nú um dagarnar frættu, at ein av landsins størstu fyritøkum, og ein fyritøka, sum ikki er innan fiskivinnuna, fer at gera sáttmála við eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP. Hesin sáttmáli snýr seg um at binda tvey framleiðandi oljufelt vestan fyri Hetland í Shefarkaðalin hjá Føroya Tele. Hetta fer at geva BP nógvar sparingar og nýggjar møguleikar. Føroyar Tele kann við hesum fáa víðkað sítt kundaøki út um Føroyar og inn í eina altjóða vinnu, sum rúmar nógvar møguleikar fyri framtíðar samstarvi.
Tað er einki minni enn ein sensatión, at ein føroysk fyritøka á henda hátt fær ein sáttmála, sum í veruleikanum kann gerast ein duraopnari til so nógvar aðrar tele- og aðrar tænastur í oljuvinnuni. Fyribils er talan um ein fimm ára sáttmála, sum kann tátta í 100 mill. kr. Og vit vita, at er tú komin inn í hesa vinnu og oljufeløg hava fingið álit til eina fyritøku, so kunnu her vera óavmarkaðir møguleikar at víðka um tænastuveitingarnar.
Júst henda vinnarasøgan kann vera fyrimynd fyri aðrar føroyskar fyritøkur. Hon kemur eisini sum kallað, tá vit hugsa um brævið frá stjóranum í SamVit til myndugleikarnar. Hon vísir, at vit megna at lyfta og ganga undan, eisini tá tað um annað enn fiskivinnu ræður.
Sosialurin