Kanska tað er hetta, sum ger um seg hjá formanni Fólkafloksins, sum ætlar at leggja ein hóp av avgjøldum á fólkið og vinnuna í Føroyum.
Tað verður dýrari at keypa bensin, tí Jørgen leggur hægri avgjald á bensinið. Tað verður dýrari at keypa diesel, tí Jørgen leggur hægri avgjald á diesel. Tað verður dýrari at keypa streym frá SEV, tí Jørgen leggur hægri avgjald á oljuna hjá SEV. Tað verður dýrari at eiga bil í Føroyum, tí Jørgen leggur hægri avgjald á vegskattin á allar bilar í Føroyum, bæði teimum hjá privatum og hjá vinnuni.
Hesi avgjaldsherðindi, ella »avgjaldsøðin«, sum Jørgen Niclasen sjálvur kallar slíkt, skulu leggjast á fólkið í Føroyum, soleiðis at tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnlin og Norðoyatunnilin og til at dekka undirskotið hjá Eysturoyartunlinum.
Soleiðis kann tað ganga. Einaferð segði Jørgen Niclasen soleiðis um undanfarna landsstýrið:
»Heldur enn at steðga útreiðslugildinum, ætlar landsstýrið koma við nýggjari skatta- og avgjaldsøði á føroysku familjurnar og vinnuna«.
Hann hevur eisini sagt: »Avgjaldsøðin hjá reyðu samgongu heldur fram. Míni ráð eru einføld. Steðgið avgjaldsøðini nú«.
Og Elsebeth Mercedis tók undir við Jørgen. Hon segði millum annað soleiðis:
»Reyða samgongan kennir eingi mørk í síni skatta- og avgjaldsøði. Fyrst var bensin- og dieselgjald hækkað og eisini vegskatturin var hækkaður. Avgjaldsstopp Nú, Takk!«
Og so segði Mercedis eisini hesi vísdómsorðini:
»Fólkaflokkurin fer ikki undir nøkrum umstøðum at hækka, ella innføra nýggj gjøld. Heldur ikki avgjald á brennievnið. Fólkaflokkurin sigur kortanei til fleiri avgjøld!«
Ikki er gott at vita, um Jørgen og Mercedis eru vorðin óð í høvdinum. Men avgjaldsøðin hevur so sanniliga tikið valdið á teimum og Fólkaflokkinum.
Sum skilst er tó onkur í flokkinum, sum ikki tekur undir við avgjaldsøðini hjá Jørgen Niclasen. Livst so spyrts.