Signalini eru nógv. Formaðurin í Felagnum Línuskip ávarar ímóti kreppu í línuflotanum, rækjuflotin liggur enn í andaleypi, alivinnan anir og flakavinnan hevur ikki júst gullár í hesum døgum, hóast standurin kanska er eitt sindur frægari enn fyri hálvum ári síðani. Av øðrum vinnum, er tað bert ferðavinnan, sum veruliga gevur eitt stórt íkast.
Fíggjarlógin gevur stórt hall - áleið líka stórt hall, sum nýligi blokkniðurskurðurin - og er hetta sjálvsagt ikki haldbart í longdini. Loysnin er tó ikki at seta teknokratiskar bindingar, ið nokta fíggjarlógini at hava hall, hóast tað tykist verða móti í tí meira teoretiskt orienteraða partinum av búskaparfrøðingum í Føroyum at skjóta upp teknokratiskar bindingar á fólkaræðið. Loysnin má verða at taka tey tøk, ið ongantíð vóru tikin, tá blokkurin varð niðurskorin. Sker man blokkin við einari millión um dagin, so má útreiðslusíðan á fíggjarlógini skerast tilsvarandi, tí skattur og MVG fær illa hækkað meir.
Hetta er harður kostur, og ikki nakað, sum sitandi samgonga eigur heiðurin av, men tá undanfarna samgonga bert skar blokkin, uttan neyðugu justeringarnar, so má tað verða upp til sitandi samgongu at rudda upp eftir tí undanfarnu. Sum áður nevnt ber ikki til framhaldandi at hava hall í tí stødd, sum hallið í ár er.
Tann sonevndi pleniklipparin ber ikki til at brúka. Raðfesting má til, og eigur samgongan at seta seg niður við einum blankum pappíri og rokna aftureftir út frá teimum málum fyri samfelagið, ið politkarnir seta. Vit mugu, um vit skulu rópa okkum vælferðarsamfelag, hava eina fría skúlagongd, fría sjúkrarøkt, góð viðurskifti og røkt á ellisárum og hjá teim við serligum tørvi og ein vælfungerandi infrastruktur. Hetta er tað, ið skal koma út í tí endanum, sum borgarin merkir. Tá kostnaðurin av hesum er uppgjørdur, so kann man rokna hvussu nógv er til rest og so má tað almenna justerast til tann búskaparliga veruleika, ið er eftir blokkniðurskurðin, heldur enn at diskutera toppin av pyrimiduni fyrst, fyri síðani at skera í neðra.
Tað ironiska er, at blokkniðurskurðurin uppá meir enn eina millión um dagin, helst kemur at gera okkum verri før fyri at yvirtaka málsøki og kemur at verða medvirkandi til búskaparliga stagnatión, ið setur ferðina á sjálvstýristilgondini niður.
Tað verður hart hjá nógvum starvsbólkum komandi árini. Bert spell, at so nógvir veljarir trúðu uppá, at hesin blokkniðurskurður ikki kom at merkjast. Uppá sikt kemur hann helst at merkjast best, har sum undirtøkan var størst, nevniliga í teimum økjum, har almennu lønargjaldingarnar eru størst. Ikki sørt ironiskt.